KFS-bólkar

Í tí dagliga gongur KFS fyri seg úti á skúlunum. Har eru púra vanlig menniskju, sum - mitt í rokanum av skúlatingum, matpakkum, royndum, Facebook, Instagram o.s.fr. - ynskja at brúka tíð upp á at vera saman um og við Gudi ígjøgnum Bíbliu og bøn. Eisini ynskja tey at breiða kunnleikan um Gud út. Vilt tú vita meira um kristnu trúnna, so ert tú vælkomin at kaga inn í ein KFS-bólk, um tú ert so heppin at hava KFS á skúlanum, har tú gongur.