KFS-lega

Ígjøgnum søguna hjá KFS hevur verið skipað fyri óteljandi KFS-legum kring alt landið. Seinnu árini hava KFS-legurnar verið færri í tali, men roynt hevur verið at fyriskipa eina legu um árið.

KFS-legurnar eru vikuskiftislegur, sum síðstu árini hava verið um várið. Tær hava eitt høvuðstema, sum er viðkomandi fyri kristin í lestrarheiminum, og á skránni eru fleiri bíbliutímar út frá hesum temanum. Eisini er lovsangur, hugni, skemt, góður matur, tónleikaframførslur, café o.a. gott á skránni.

Í myndasavninum kanst tú síggja myndir frá undanfarnum legum.