Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
  • Ragnhard hevur Hugsa á Miðnámi á Kambsdali | Mynd: Tórur Jacobsen
24.04. 2020

Hugsa

Hugsa er eitt nýtt tiltak, sum KFS hetta skúlaárið hevur skipað fyri á Miðnámi á Kambsdali og á Tekniska Skúla í Klaksvík. 

Hugsa snýr seg um teir sonevndu kritisku spurningarnar móti kristnu trúnni. Tað verður skipað sum ein samanhangandi røð undir einum høvuðsspurningi. Ein Hugsa-røð fevnir um einar sjey vikur, har ein fyrilestur er aðru hvørja viku um ein spurning, ið er knýttur høvuðsevninum. Vanliga er fyrilesturin í middagssteðginum, tá tað er best tíð til tað.

Hugsa-røðirnar enda við eini café eftir skúlatíð. Har er fyrst ein stutt framløga um ein spurning, og síðani verður høvið givið at seta spurningar, sum kunnu taka støði í allari røðini.

Í fyrilestrunum verða ymiskir kritiskir spurningar viðgjørdir. Evnið á fyrstu røðini var “Er Bíblian álítandi?” Hendan røðin var í oktober-november á Kambsdali, og í Klaksvík varð ætlanin at hava røðina í februar-mars, men orsakað av koronasmittuni eydnaðist bert at hava tveir fyrilestrar. 

Tann seinna Hugsa-røðin bar heitið “Er kristna trúgvin skaðilig?”, og har kundu vit bert hava ein fyrilestur á Kambsdali í mars orsakað av koronasmittuni.

Hugsa hevur verið eitt sera væleydnað tiltak. Undirtøkan hevur verið góð, og tá tað hava verið flest áhoyrarar, hava tað verið eini 70-80 fólk til ein fyrilestur. Haraftrat siga fleiri áhoyrarar, at teir hava fingið sera nógv burturúr.