Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
27.05. 2020

Nýggj bók eftir John Lennox

Týsdagin 2. juni gevur KFS út bókina Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?, ið John Lennox hevur skrivað. Hetta er næsta bókin eftir Lennox, ið KFS gevur út. Fyri góðum tveimum árum síðan gav KFS út bókina Gud fyri skotum.

Henda nýggjasta bókin má sigast at vera háaktuell, og so er hon eisini stutt - einans 85 síður. Bókin verður at fáa sum pappírsbók, e-bók og ljóðbók. Ljóðbókin er tó eitt sindur seinkað, men arbeitt verður við at fáa hana klára sum skjótast.

John Lennox skrivar í bókini, at vit liva í einum heilt serstøkum tíðarskeiði, ið fer at hava stóra ávirkan á okkara framtíð. Uttan mun til hvørja heimsáskoðan ella trúgv vit hava, so er nógv av tí, sum vit mettu at vera púra vist og trygt, ikki soleiðis longur. Um tú ert kristin ella ei, so er koronavirusfarsóttin ørkymlandi og ger okkum ótrygg. Hvussu kunnu vit hugsa gjølla um hetta, so at vit fara at klára okkum ígjøgnum kreppuna?

Í hesi stuttu og tó djúpu bók viðger hesin kendi professarin á universitetinum í Oxford koronavirusið í ljósinum av ymiskum trúarskipanum. Hann vísir á, hvussu kristna heimsáskoðanin ikki bert hjálpir okkum at skilja støðuna, men eisini bjóðar okkum eina veruliga vón at halda fast í.

Viðmæli

"Lennox hevur gjørt tað aftur! Ein genial bók, sum eg las í einum. Hon er skjót og løtt at lesa.
Áhugaverd og uppmuntrandi. 
Um tú ivast í, hvussu ein góður Guð og hetta ónda koronavirusið hanga saman, so er hetta bókin til tín. Hon torir at seta spurningar, hon torir at provokera, men hon heldur seg (tíbetur) aftur við at geva lættisoppað svar.
Hetta er ein bók, sum tú MÁST lesa."

Ann Hermansdóttir, prestur

"Ein bók, sum ikki bert lýsir avbjóðingarnar, sum vit liva í, men noyðir okkum at dvølja við ískalda veruleikan, ið ‘koronakrúnan’ minnir okkum á – at vit eru viðbrekin og deyðilig. Men samtíðis ein bók, sum ikki bert gevur okkum vón, men byggir vónina á eina grund, ið ikki vikast – at Jesus bar eina ‘tornakrúnu’ og sigraði á deyðanum fyri at føra andaliga deyð menniskju til seg sjálvan og inn í ein nýggjan, óbrotnan heim hinumegin deyðan. Og inntil tá skulu vit - við viti og skili og ævinleikanum í huga - elska næsta okkara, sum vit ferðast saman gjøgnum lívið."

Jógvan Zachariassen, gudfrøðingur

Bókin kann keypast í forsølu á www.leirkerid.fo og www.manna.fo