So byrjar Sendiboð aftur
Ragnhard Petersen
31.08.2017

Síðsta skúlaár byrjaði KFS ein trúarverjuskúla, ið fekk heitið "Sendiboð". Undirtøkan var sera góð, og fyrsta árið royndist bara heilt væl. Um hálvan september byrjar ein nýggjur Sendiboð-flokkur.

 

Í mongum førum koma kristin at vera tann "einasta Bíblian, ið onnur lesa". Paulus sigur tað soleiðis: "Tit eru bræv okkara, innskrivað í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum, tí at tað er eyðsæð, at tit eru bræv Krists..." (2. Kor. 3,2-3)

 

Ein týðandi spurningur er, hvussu umheimurin sær okkum kristnu. Hvønn boðskap bera vit umheiminum við okkara lívi? Eru vit góð umboð fyri Jesus í okkara umhvørvi, t.d. heima saman við familjuni, á arbeiðsplássinum, í skúlanum, á netinum, ella tá ið vit eru saman við okkara vinfólkum? Eru vit góð og dugnalig sendiboð?

 

Endamálið við Sendiboð

Sendiboð virkar fyri at venja kristin sendiboð til (1) at hugsa klárt um sína trúgv og (2) at verja kristnu trúnna og kristnu virðini í almenna rúminum á dámligan hátt. Hetta verður gjørt við at leggja dent á trý viðurskifti:

- Vitan: tín vitan um Jesus og kristnu heimsfatanina

- Vísdóm: hvussu tú ber hesa vitan víðari til onnur á dámligan hátt

- Persónleika: hvussu tú ert sum persónur

 

Innihald

Í undirvísingini verða nógvir viðkomandi spurningar viðgjørdir so sum:

- Hvat er trúarverja?

- Er Gud til?

- Hvaðan stavar moralur?

- Er Nýggja Testamenti søguliga álítandi?

- Hvussu kann eg tosa við onnur um, hvat eg trúgvi á?

 

Um ein kundi hugsað sær at vita meira um hesar og aðrar spurningar, so er Sendiboð kanska júst tað rætta.

 

Stað, luttakarar, tilmelding o.a.

Sendiboð verður í Nesvík annaðhvørt mánakvøld kl. 19-22. Byrjað verður 18. september, og skúlin endar í mai næsta ár. Tað er avmarkað pláss, tí í mesta lagi 24 luttakarar kunnu vera við. Saman við teimum vera tveir leiðarar.

 

Luttakararnir mugu skilja enskt rímiliga væl, tí at javnan verður undirvísingin á enskum, umframt at bæði grundbøkur og arbeiðsbók eru á enskum.

 

Av tí at KFS fyrst og fremst virkar millum miðnámsnæmingar og lesandi, er Sendiboð ætlað hesum málbólki. Onnur kunnu tó eisini søkja um at luttaka. Umsóknarskjal fæst við at venda sær til Sendiboð á sendiboð@kfs.fo ella við at senda eini boð til Sendiboð á Facebook.

 

Kostnaðurin fyri eitt skúlaár er 800 kr. Tá eru grundbøkur, arbeiðsbók o.a. íroknað.

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 11. september. Umsóknin skal sendast til sendibod@kfs.fo.

Sí allar tíðindagreinar