Vildi ynskt at luttikið í Sendiboð sum 1. g'ari
Ragnhard Petersen
31.08.2017

Ein av teimum, sum var partur av fyrsta flokkinum hjá Sendiboð, er Torgeir Petersen úr Klaksvík. Hann vildi ynskt, at hann longu sum 1. g’ari kundi luttikið í Sendiboð.

 

Klaksvíkingurin Torgeir Petersen, sum er 20 ár, gjørdist í summar liðugur við sína miðnámsútbúgving á Kambsdali. Samstundis sum hann gekk á síðsta ári á miðnámi, valdi hann eisini at luttaka í Sendiboð.

 

- Sjálvt um trúarverja onkursvegna ikki er akkurát eg, so dámdi mær sum heild væl at vera við í Sendiboð. Og eg veit, at øðrum dámdi tað sera væl, sigur hann.

 

Lærdi at tosa við onnur um truplar spurningar
Um hann fekk nakað burturúr hesar næstan 10 mánaðirnar á trúarverjuskúla, sigur Torgeir soleiðis: - Har var ríkiligt av innihaldi. Sumt var meira áhugavert enn okkurt annað, men tað var heilt víst gevandi at vera við.

 

Á miðnámi eru lærugreinar, sum nerta við ymiskar týðandi spurningar, t.d. um Gud man vera til, hvat man skal halda um fosturtøku, aktiva deyðshjálp o.s.fr. Fyri ein kristnan, sum ikki kennir so nógv til aðrar áskoðanir frammanundan, kunnu slíkar lærugreinar vera avbjóðandi – ikki minst, tá flokkurin skal skifta orð um hesar spurningar.

 

- Her gav Sendiboð mær nøkur hent amboð at brúka. Tað var kul at kunna brúka tað í verki, sum eg hevði lært í Sendiboð. Serliga spennandi var tað at brúka hesar nýggju førleikar í skúlanum, sigur hann. - T.d. at duga at kjakast við ein, sum hevur eina aðra áskoðan, uttan at báðir parta øsa seg upp. Vit høvdu lært, hvussu man í slíkum førum kundi skapa eina áhugaverda og virðiliga samrøðu, og tað riggaði, greiðir Torgeir frá.

 

Hann leggur aftrat: - Eg vildi bara ynskt, at eg kundi luttikið í Sendiboð sum 1. g’ari, tí so kundi eg brúkt hesar førleikar øll trý árini í staðin fyri bara tað síðsta.

 

Fekk staðfest, at Gud er til
Í Sendiboð verður ikki bert undirvíst í, hvussu man kann fáa eitt gott prát við onnur um grundleggjandi spurningar. Ein týðandi partur er eisini at styrkja luttakararnar í trúnni. Hetta var gott fyri Torgeir.

 

- Eg fekk eina vissu um, at Gud veruliga er til. Serliga var tað eitt kvøldið, har undirvísarin greiddi frá, at rættiliga mong viðurskifti í okkara tilveru nærum prógva, at Gud er til, sigur hann.

 

Kundi tú hugsað tær at fingið eina sterkari trúgv? Og vildi tú ynskt at dugað betur at tosað við onnur um, hvat tú trýrt á? So er Sendiboð júst fyri teg. Sí meira her.

Sí allar tíðindagreinar