Gott fyri vinir at luttaka í Sendiboð
Ragnhard Petersen
05.09.2017

Súsanna H. Olsen úr Lamba var millum tey 20, sum luttóku í Sendiboð farna skúlaár. Henni dámdi væl, og hon var serliga glað fyri, at hon kundi gjøgnumføra hetta skeiðið saman við nøkrum av sínum vinum.


Súsanna er 22 ár og lesur sjúkrarøktarfrøði á 3. ári. Síðsta skúlaár var hon ein av luttakarunum á trúarverjuskúlanum hjá KFS, Sendiboð. Hetta var hon glað fyri, hóast hon ikki skilti alt.


- Okkurt var eitt sindur yvir mínum høvdi, men eg skilti tað mesta kortini, sjálvt um eg viðhvørt kendi tað eitt sindur tungt. Kanska tí at her var ymiskt, sum eg ikki var von við at hoyra, og sum kanska fór eitt sindur djúpri. Men tað var gott við undirvísing um onnur evnir enn “Jesus doyði fyri meg”, greiðir Súsanna frá.

 

Tá man tosar við onnur um trúgv
Grundbókin snúði seg nógv um, hvussu kristin kunnu tosa við onnur um trúgv. - Eg lærdi, at tá man tosar við onnur um trúgv, so nyttar ikki, at eg bara sigi teimum tað, sum eg trúgvi. Eg má eisini spyrja inn til tey fyri at vita, hvat tey trúgva, og hví tey trúgva tí. Tað snýr seg jú ikki bara um, at tey skulu skilja, hvat eg trúgvi, men at eg eisini skilji, hvat tey trúgva, sigur hon.

 

Hóast Súsanna lærdi nakað nýtt á hesum øki, so viðgongur hon, at man ikki kemur sovandi til nýggjan lærdóm. – Bókin var góð, men eg hevði nokk fingið meira burturúr, um eg hevði gjørt meira við heimaarbeiðið. Trupulleikin var nokk, at eg hevði ov nógv annað at gera samstundis. Og tó – tað var heldur ikki so nógv av heimaarbeiði. Men eg vildi ynskt, at eg las tilfarið betur ígjøgnum og kanska hugdi nærri eftir tí heima við hús fyri at fríska tað uppaftur og skilja tað betur, heldur hon.

 

Gott at vinir vóru við í Sendiboð
Í Sendiboð prátaðu luttakararnir javnan í bólkum. – Undirvísingin var góð, men mær dámdi eisini væl, at tað varð arbeitt bólkum. Tá má man sjálvur hugsa, og tað ger, at man lærir meira, sigur Súsanna.

 

Eitt, sum hon var serliga glað fyri, var, at nakrir av hennara vinum vóru við í Sendiboð. – Tá vit møttust í øðrum samanhangi, kundu vit práta saman um ymiskt, sum vit fóru gjøgnum í Sendiboð. Hetta er gott – bæði fyri vinarbond og lærdóm, sigur Súsanna at enda.

 

Kundi tú hugsað tær at dugað betur at tosað við onnur um, hvat tú trýrt á? So er Sendiboð júst fyri teg – og kanska eisini tínar vinir? Sí meira um Sendiboð her.

Sí allar tíðindagreinar