Nú kemur Gud fyri skotum
Ragnhard Petersen
09.03.2018

Mánadagin 26. mars kemur bókin Gunning for God eftir John C. Lennox út á føroyskum við heitinum Gud fyri skotum: Hví nýateistarnir ikki raka málið. KFS og Sprotin geva bókina út í felag.

 

Bókin verður at fáa sum pappírsbók, ljóðbók og e-bók. Frá mánadegnum 12. mars kann bókin keypast fyri serprís í forsølu á keyp.mission.fo og www.sprotin.fo. Meira kunning seinni.

 

Um bókina

Ateisma breiðir seg í vesturheiminum, og fíggindi hennara er Gud. “Nýateistarnir” tvíhalda um, at átrúnaður “er vandamikil”, at hann “drepur” ella “eitrar alt”. Og um trupulleikin í heiminum er átrúnaður, so skjóta teir eina einfalda loysn upp: burtur við átrúnaði.

 

Men er tað veruliga so einfalt? John Lennox leggur eitt nú eftir Richard Dawkins, Stephen Hawking, Christopher Hitchens og Daniel Dennett við at varpa ljós á skeivu framferð teirra og vísir á, at teirra óskynsama og óvísindaliga háttalag ger teir sekar í somu stívrendu fávitsku, sum teir ákæra trongskygd trúgvandi fyri.

 

Við at fevna víða og grava djúpt gevur Gud fyri skotum nýateistunum mong lemjandi sløg. Í bókini verða eisini nýggjar hugsanir um Gud og kristnu trúnna førdar fram, ið geva bæði bestu vinum og argastu fíggindum hjá nýateistunum okkurt at grunda á.

 

Rithøvundur: John C. Lennox

Forlag: KFS og Sprotin

Útgivin: 2018

Blaðsíður: 290

 

Sí allar tíðindagreinar