KFS-lega: Lærurík, avbjóðandi og hugnalig
Ragnhard Petersen
23.03.2015

Tá tað var vorðið skýmligt fyri aðru ferð teir síðstu níggju tímarnar henda dagin, byrjaði KFS-legan 2015. Hetta var sjálvur sólarmyrkingardagurin 20. mars. Og hetta kvøldið høvdu nøkur ung úr Norðuroyggjum, Eysturoy og Streymoy leitað sær í Meinigheitshúsið í Havn fyri at vera saman eitt vikuskifti um evnið “Trúgv og/ella lívsstílur”.

 

 

Ragnhard Petersen

 

Sí nakrar myndir frá leguni her.

 

Lurta eftir Gudi

Fyriskipararnir – nøkur frá KFS-nevndunum á Kambsdali og í Hoydølum – høvdu lagt leguna til rættis síðani miðskeiðis í januar, og kl. 18 bleiv legan skotin í gongd við eini leskiligari høsnarungasuppu við nudlum. Men menniskjan livir ikki av “breyði” eina, so meðan X-Factor var á DR1, undirvísti Høgni Johannesen um at lurta eftir Gudi og hansara orði.

 

Sólarmyrkingarevangelisering

Eftir bíbliutíman var ætlanin at fara ein túr út á havnargøtur, har nógv fólk var, tí nógv sólarmyrkingartiltøk vóru at fara til. Hetta eitt gott høvi at møta fólki og tosa við tey um Gud, sum hevur skapt alt og harvið gjørdi sólarmyrkingina møguliga. Fleiri góð prát vóru úti á gøtuni, áðrenn farið var “heimaftur”, har kokkurin nú setti heimagjørda pitsa á borðið.

 

Ver Gudi lýðin

Leygarmorgunin undirvísti trúboðarin hjá Føroysku Sjómansmissiónini, Torleif Johannesen, um eitt álvarsligt evni, sum kanska ikki verður boðað so ofta, nevniliga lýdni móti Gudi og hansara orði. Kristin skulu jú ikki bert hoyra Guds orð, men eisini vera tí lýðin – v.ø.o. liva ein lívsstíl, sum sprettir úr Guds kærleika til menniskju og samsvarar við trúnna á hann.

 

Túnatos

Eftir døgurða var ein fríløta inntil kl. 15, tá “Túnatos” var á skránni. Bergur D. Joensen, Hans F. Mikkelsen og Símun Absalonsen vóru komnir á gátt fyri at svara spurningum frá teimum ungu. Øll sótu í einum stórum ringi, og har blivu alskyns spurningar settir gestunum. Sera áhugaverd løta, sum vardi næstan tríggjar tímar!

 

Lít á Gud

Leygarkvøldið var møti, har Jóhan Petur Johannesen talaði um at líta á Gud. Um vit ikki hava álit á Gudi, so er tað ógjørligt at vera Gudi lýðin, tí mangan er neyðugt at traðka út á lyftini, sum vit eiga í Guds orði. Kristin eru trúarfólk, og tí liva tey út frá tí, sum tey trúgva, og ikki tí, sum tey síggja.

 

Eftir møtið var bjóðað til café, har Olvheðin Jacobsen úr Hvannasundi og Ari Danielsen úr Havn sungu nakrar sangir. Luttakarar og gestir hugnaðu sær við práti, spølum og onkrum lekkrum afturvið.

 

Væleydnað lega

Sunnumorgunin var farið tíðliga upp til morgunmat, áðrenn rudding og vasking skuldi fáast av vegnum. Kl. 10 skein í hvørjum horni, og luttakararnir kundu tí seta kósina heimaftur. Onkur ætlaði sær heim á morgunmøti, men mundu tey flestu kortini ikki vera so mikið troytt, at ein blundur mundi vera fremst í huganum?

 

Samanumtikið lótu nógvir av luttakarunum væl at leguni, hóast legan var heldur lítil – eini 25 luttakarar tilsamans. Men lítlar legur hava eisini sínar fyrimunir, og tað dugdu luttakarnir at gleðast um. Og teir hildu, at legan var hugnalig, samstundis sum hon var gevandi og avbjóðandi og eggjaði teimum ungu at liva eitt lív, har samsvar er millum trúgv og lívsstíl.

Sí allar tíðindagreinar