Samleiki og sjálvsvirði, tá Gud er farin
Ragnhard Petersen
21.10.2015

Tú nýtist ikki vera heimspekingur fyri at síggja trýstið, sum mangt í okkara mentan leggur á okkum í sambandi við samleika og sjálvsvirði. Hvør eri eg? Hvussu stórt virði havi eg? Havi eg nakað virði? Og sum kristin spyrja vit, hvussu stóran týdning tað í hesum føri hevur, at Gud er um at hvørva úr okkara mentan.

 

Um vit trúgva á Gud, so hava vit haldgóðar orsøkir at trúgva, at vit hava virði. Viðhvørt er tað trupult, men tað er logiskt: vit vita, at vit hava so stórt virði í Guds eygum og eru elskað so nógv, at faðirin sendi sín egna son at doyggja fyri okkum. Og tað er meira enn hetta, tí at vit kunnu hyggja eftir okkum sjálvum í speglinum og vita, at vit við øllum okkara mistøkum og veikleikum kortini eru skapt sum heilt einastandandi skapningar av størsta handverkaranum í hesum heimi. Eins og allir málningarnir hjá Picasso hava ómetaliga stórt virði, tí at Picasso málaði teir, soleiðis hava vit sum Guds skapningar eitt virði, sum vit ikki kunnu ímynda okkum. Haraftrat hava øll Guds børn fingið eina serstaka náðigávu frá Heilaga Andanum (1. Korintbræv 12,7.21-26). Tey, sum trúgva á Gud, hava altso serliga góðar grundir at halda, at tey hava virði sum einstaklingar.

 

Men í dag fáa vit at vita, at alt hetta er ein mýta, og at vit eru úrslit av eini tilvildarligari tilgongd. Í milliónir av árum hevur hon verið í gongd, og nú í nøkur fá ár er tað okkara tíð at liva. Hvat sigur tað um okkum? Franski heimspekingurin Sartre segði: “Alskyns sløg av materialismu fáa okkum at síggja menniskju sum ting... hetta er á ongan hátt øðrvísi enn tað... sum myndar eitt borð, ein stól ella ein stein.” Vit eru før fyri at tosa og ganga, men heilt grundeggjandi broytir tað ikki nakað uppá, hvørji vit eru: tilvildarlig ting, sum ikki hava nakað íborið virði í einum tilvildarligum heimi. Raquel Welch segði tað eitt sindur meira beinleiðis: “Eg eri bert eitt stykki av kjøti.” Á einum meira intellektuellum støði verður hetta ført eitt stig víðari millum nútíðar møguleikarnar innan post-strukturalistiska sálarfrøði (Foucault, Lacan). Spurnartekin verður her sett við, um tað í okkum er nakað samanhangandi og varandi “Eg”, sum hevur nakað virði.

 

Hvaðani stavar okkara virði, um ongin Gud er? Hesin spurningur er ikki bert eitt heimspekiligt orðaspæl. Hann er komin niður á okkara støði í eini mentan, sum á ymiskan hátt avnoktar okkara virði. Arbeiðsmarknaðurin vísir, hvussu mong fólk eru akkurát líka dugnalig og virðismikil sum vit. Allir hesir kappingarneytarnir bera boð um, at vit ikki eru nakað serligt. “Hjúnabandsmarknaðurin” kann hava somu ávirkan. Úrslitið av slíkum trýsti kann gerast tunglyndi, ella at vit hata okkum sjálvi, av tí at vit geva okkum sjálvum skuldina. Um vit geva øðrum skuldina, so kunnu vit gerast óhøvisk og nasadjørv. Um so mong fólk finnast, sum eru júst líka “góð” sum eg, hvat er so mítt virði? Tað er ikki nakað, sum er “givið” ella íborið. Tað er nakað, sum eg má stríðast fyri at hava uppiborið – annars miseydnist eg.

 

Tí er okkara mentan “aftan á Gud” merkt av trýsti frá stríðnum um at skapa okkara egna samleika og sjálvsvirði. Og mentanin er merkt av øllum teimum, sum miseydnast í hesum stríði.

 

Vit kunnu søkja eftir samleika og sjálvsvirði í okkara arbeiði (“Eg havi virði orsakað av mínum arbeiði”). “Eg haldi meg vera eitt arbeiðsgrev” segði sjónleikarin John (‘Inspector Morse’) Thaw við TV Times: “Tað snýr seg bert um at arbeiða fyri at geva tær sjálvum týdning og harvið prógva, at tú ert til.” Men hetta ger okkum ógvuliga viðbrekin: um vit missa arbeiðið orsakað av pensjónsaldri ella arbeiðsloysi, so missa vit eisini samleikan. Og av tí at tað fyrra fer at henda, og tað seinna kann henda, so er tað ikki skilagott at geva okkara arbeiði eina so stóra byrðu, sum tað ikki megnar at bera.

 

Vit kunnu søkja eftir samleika og sjálvsvirði í kærleikanum: “Eg havi (ella hevði havt) virði, um onkur elskaði meg” (“You’re nobody till somebody loves you” hoyra vit í einum kendum sangi. Ella vit kunnu endurgeva Whitney Houston um hennara hjúnaband: “Kvinnur eru ætlaðar at hava ein mann. Vit staðfesta okkum sjálvar á tann hátt.”) Tey flestu munnu hava upplivað kensluna av at missa virði, tá eitt kærleikssamband endar (ella ikki verður til nakað): kanska eg ikki havi nakað virði kortini! Jalig sambond eru sjálvandi týðandi fyri eina sunna sjálvsfatan – eins og eitt arbeiði, sum gevur meining, kann vera tað. Men um okkara samleiki skal grundast á okkara tørv á kærleika, so er vandi á ferð – eisini tá eitt kærleikssamband riggar: tað er vandi fyri at troytta okkara felaga og at krevja ov nógv av sambondunum og harvið oyðileggja eitt fyri og annað eftir. “Vís, at tú elskar meg enn! Prógva fyri mær, at eg eri virðismikil!”

 

Hvørjar aðrar leiðir, sum kunnu skapa sjálvsvirði, vísir okkara mentan á? 

  • “Eg havi virði, tí at eg havi nógv um at vera, av tí at eg havi so nógv at gera”: hetta er oyðileggjandi sjálvsvirðið hjá arbeiðsgrevinum.
  • “Eg havi virði, tí at fólki dámar meg”: hetta førir til eitt annað slag av viðbrekni og trældómi.
  • “Eg havi virði orsakað av míni pínu”: hetta er støðan, tá ein ikki megnar at lata ein smeit fara frá sær, fyrigeva ella vaksa frá tí, av tí at hetta tykist vera tað einasta, sum gevur hesum persóni meining í lívinum.
  • “Eg havi virði orsakað av, hvar eg hoyri heima”: orsakað av flokkinum, ella einum Metallica-jakka ella einum Arsenal-turriklæði. Og hóast eg ikki havi nakað virði, so kann eg kanska fáa virði við at hoyra til onkrastaðni... Løgin sløg av trúfesti eru viðhvørt úrslit av júst hesum. Vit síggja tað allastaðni. Innan ungdómsmentan kann tað vera: “Eg havi virði orsakað av míni útsjónd – í speglinum síggi eg tað nýggjasta nýggja.”

Fyrrverandi kommunistalond vísa okkum nógv dømi um sjálvsvirðið hjá embætismanninum: “Eg havi virði, tí at eg havi vald! Eg kann vera vísur í, at eg havi týdning, av tí at eg kann fáa onnur fólk at standa í bíðirøð í tímavís...” Í Bretlandi kunnu vit tó eisini tvinga fólk til at skapa sítt sjálvsvirði burtur úr valdi, sum onnur mugu svíða fyri. Man hetta vera ein av høvuðsorsøkunum til harðskapin í gøtunum? At fólk úr “undirstættini”, sum støðugt hoyra samfelagið siga sær “tit hava onki virði”, reagera soleiðis fyri at prógva sítt virði... Um títt navn er sjónligt gjøgnum grafitti allan vegin framvið Bakerloo-leiðini, ella tú hevur brotið nøsina hjá onkrum, so hevur tú víst, at tú hevur týdning – í øllum førum í lívinum hjá teimum, sum tú hevur ávirkað. (Ein slíkur atsøkjari “prógvar sítt ‘virði’, ella at hann er ‘onkur’, við at gera onnur óttafull”, skrivaði Tony Blair í eini grein eftir eitt serliga grovt og meiningarleyst álop.)

 

Sum trúgvandi síggja vit, at tað eru orsøkir til, at støðan er soleiðis – og hví hon ikki nýtist at vera soleiðis. Tað eigur ikki at vera neyðugt, at fólk eru fangað í hesum óneyðuga stríðnum fyri at geva sær sjálvum virði og samleika. Tí tá saman um kemur, so hava tey virði. Tað er íborið. Tað er nakað, sum vit hava fingið frá einum Gudi, sum elskaði okkum nóg nógv til at doyggja fyri okkum. Tíverri eru vit vorðin fangað í einum sjálvsoyðileggjandi stríði, av tí at vit hava mist henda Gud burtur. Men tað hevur stóran týdning, at Gud ikki er deyður.