Sendiboð 
Lær meira um tína trúgv - og at tosa við onnur um tína trúgv

Sendiboð er lærusveinaskúlin hjá KFS, og skúlin er hvørt mánakvøld frá miðskeiðis í september til fyrst í mai.
Sendiboð hevur í ár 4 ymiskar flokkar, Sendiboð 1, Sendiboð 2 og Sendiboð 3. Sendiboð 2 og 3 eru framhald av Sendiboð 1, har øll, ið hava luttikið í Sendiboð 1, hava møguleika at vera við.
Eftir Sendiboð 3 bjóða vit nú luttakarunum at vera partur av einum mennandi leiðaraumvhørvi, har tey eru leiðarar hjá hinum flokkunum og øðrum bólkum. Hetta er so tann fjórði "flokkurin", ið ikki er eins tengdur at undirvísing, men meira lærusveinaskapi í praksis.
Tilsamans eru um 55 luttakarar í teimum 4 Sendiboð-flokkunum í núverandi skúlaári.

Endamál

Sendiboð virkar fyri at venja kristin, so at tey:

  • fáa eina greiðari fatan av síni trúgv.
  • duga betur at tosa við onnur um, hvat tey trúgva.

Hetta verður gjørt við at leggja dent á trý viðurskifti:

  • Vitan: at luttakarin ognar sær vitan um Jesus og kristnu heimsfatanina.
  • Vísdóm: at luttakarin lærir at bera øðrum henda boðskap á dámligan hátt.
  • Persónleika: at luttakarin sær týdningin í at liva samsvarandi kristna boðskapinum og lærir at liva tað lívið, ið hann tosar um. 

Innihald

Í undirvísingini viðgera vit nógvar viðkomandi spurningar, so sum:

  • Hvussu kann eg á dámligan hátt tosa við onnur um trúgv?
  • Er nakar endaligur sannleiki? Ella er alt relativt?
  • Er Bíblian søguliga álítandi?
  • Var Jesu uppreisn ein søgulig hending?
  • Hvaðani kemur moralur?
  • Prógvar óndskapur, at Gud ikki finst?
  • o.s.fr.

Um tú kundi hugsað tær at vita meira um hesar spurningar, so er Sendiboð júst fyri teg!

Javnan brúka vit eisini tíð upp á Uncover. Tá eru vit í smærri bólkum og lesa ein bíbliutekst um Jesus og práta saman. Tað er uppbyggjandi, sosialt og eisini stuttligt.

Haraftrat hava vit tvær 24-tímar legur - eina hvørt hálvár. Tann eina er fyri øll sendiboðini, og hin er fyri einstøku flokkarnar. Tá fara vit í dýpdina við onkrum spennandi evni.

Hvar og nær?
Sendiboð er hvørt mánakvøld kl. 19-21.30. Byrjað varð 5. september 2022, og liðugt er í mai 2023. Sendiboð er í ár bæði í Nesvík og eisini bjóða leiðararnir flokkunum heim til undirvísing og hugna.

Fyri hvønn?
Sendiboð hevur avmarkað pláss, tí í mesta lagi 16 næmingar kunnu luttaka í hvørjum flokki. Saman við teimum vera tveir leiðarar.

Luttakararnir mugu skilja enskt rímiliga væl, tí viðhvørt verður undirvísingin á enskum, umframt at fleiri av bókunum eru á enskum.

KFS virkar fyrst og fremst millum miðnámsnæmingar og lesandi, men øll áhugað kunnu søkja um at luttaka. 

Hvussu teknar man seg?
Umsóknarskjal fæst við at skriva til sendibod@kfs.fo ella Sendiboð á Facebook.

Kostnaður
Kostnaðurin er 995 kr. Tá eru bøkur, legur o.a. íroknað.

Umsóknarfreist
Seinasta freist at søkja var mánadagin 29. august 2022