Stuðla KFS arbeiðinum

Vilt tú hjálpa okkum at gera Jesus kendan millum miðnámsnæmingar og lesandi í Føroyum?

Yvir 1.000 føroyingar - teir flestu ungir - fara hvørt heyst undir at útbúgva seg á antin miðnámsskúla ella á Setrinum. Hetta svarar til uml. 2% av øllum íbúgvum í Føroyum. Eftir fimm árum eru sostatt 10% av íbúgvunum í Føroyum farnir undir slíka útbúgving. Men alsamt fleiri av teimum hava antin ongantíð veruliga hoyrt, hvør Jesus er, ella vilja teir ikki hava nakað við hann at gera.

KFS ynskir at broyta hetta. KFS ynskir at upplæra, stuðla og veita KFS-bólkum neyðugu amboðini fyri at boða Jesus upp á ein kreativan og greiðan máta á teirra skúla. Jú fleiri starvs- og hjálparfólk vit hava, jú sterkari fara KFS-bólkarnir at gerast. 

Vilt tú stuðla KFS við bøn og fígging, so at vit betur kunnu røkka teimum uml. 3.400 føroyingunum, sum hava sína dagligu gongd á antin miðnámsskúla ella á Setrinum?