Bið fyri KFS

Bøn er eitt tað týdningarmesta hjá einum hvørjum kristiligum felagsskapi, og KFS-arbeiðið millum miðnámsnæmingar og lesandi er onki undantak. Aftur og aftur sigur Guds orð okkum, at bøn er eitt ógvuliga máttmikið amboð. Tí høvdu vit verið sera fegin, um tú kundi biðið regluliga fyri skúlunum og KFS-arbeiðnum í Føroyum