Sendiboð byrjað í Havn
Sendiboð byrjað aftur
Síggj fyrilestur og Q&A við J. Warner Wallace
Online-tiltak við J. Warner Wallace
Síggj fyrilestur og Q&A við Peter J. Williams
Síggj samrøðu og Q&A við John Lennox
01.06. 2020

Online-tiltak við John Lennox

Í morgin, týsdagin 2. juni, kemur bókin “Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?” eftir John Lennox út. Tá skipar KFS fyri einum forvitnisligum online-tiltaki, har ein beinleiðis samrøða verður við John Lennox um nakrar av spurningunum í bókini. Síðan verður Q&A (spurningar og svar), har dámligi og dugnaligi professarin fer at svara spurningum frá hyggjarunum.

Tað má sigast at vera ein framíhjárættur hjá okkum føroyingum at sleppa at hoyra og spyrja henda kenda vísindamannin enn einaferð, eftir at hann vitjaði í Føroyum í 2014. Lennox hevur vitan og royndir sum fáur, og hann hevur luttikið í kjaki við fleiri av fremstu ateistum, eitt nú Richard Dawkins, Christopher Hitchens, sála, og Peter Singer.

Tiltakið verður stroymað beinleiðis á Youtube týskvøldið kl. 20-21.15. Stroymingin byrjar tó nakað áðrenn.

Leinkjan kemur út á KFS Føroyar á Facebook í morgin.

Sí meira um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/1890667534396453/