Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
24.03. 2020

Sendiboð 1 á venjingarlegu

Í vikuskiftinum var ein stutt lega fyri tey sum ganga til Sendiboð 1 í Nesvík. Legan var í Kelduni, og har var góð undirtøka, tí allir 18 næmingarnir í Sendiboð 1 í Nesvík vóru við.

Hetta var eitt slag av venjingarlegu, har nógv undirvísing var á skránni, og ikki eins nógv tíð til hugna, sum vanligt er á legum. Legan vardi í 24 tímar, frá fríggjadegnum 19. feb kl. 18 til leygardagin 20. feb kl. 18.
Evnið á leguni var Lærusveinaskapur, sum eisini er evnið, ið Sendiboð 1 er í gongd við, tá tey møtast hvørt mánakvøld í Nesvík fyri tíðina. Ragnhard Petersen, dagligi leiðarin í KFS, hevði undirvísingina á leguni. Eftirmetingar vísa, at luttakarunum dámdi leguna sera væl og vóna, at teir kunnu sleppa á eina líknandi legu seinni í vár.

Komandi vikuskifti fara tey, ið ganga til Sendiboð 1 í Havn, á somu legu, tó hesaferð í Meinigheitshúsinum á Skála.