Hvør vann okkum friðin í Evropa eftir seinna heimsbardaga?
Undir føroyavitjanini í apríl 2015 helt Jeff Fountain fleiri áhugaverdar fyrilestrar um týdningin, sum kristna trúgvin hevur havt fyri Evropa.
Í hesum fyrilestrinum greiðir Jeff Fountain frá, hvønn týdning kristnu virðini høvdu fyri at skapa varandi frið í Evropa. Í 2015 vóru 70 ár síðani seinasta kríggið í Evropa. Í dag tykist friður tí vera ein sjálvfylgja, men soleiðis var tað ikki beint eftir 2. heimsbardaga. Tá var kríggj millum evropeisk lond ein sjálvfylgja. Hvussu ber tað til, at hetta broyttist eftir 2. heimsbardaga? Svarið hevur nógv við kristnu trúnna og ein franskan uttanríkisráðharra at gera.