Starsvfólk


Anna Sofía Gregersen

Anna Sofía er 20 ára gomul og býr í Syðrugøtu.
Hon gekk á Miðnámi á Kambsdali frá 2019-2022. Hesi árini gekk hon til KFS-andaktir á skúlanum og til Sendiboð 1, 2 og 3.

Eftir lokið prógv, valdi hon at gerast hjálparstarvsfólk hjá KFS fulla tíð. Anna Sofía gongur í Filadelfia í Gøtu.

 

 

Okkara Ranvá er Ranvan til høgru

Ranvá Kjartansdóttir Hansen

Ranvá er 20 ár og býr í Klaksvík.
Hon gekk á miðnámi á Kambsdali frá 2019-2022, har hon var partur av KFS-nevndini á skúlanum.
Í skúlatíðini hevur hon gingið til Sendiboð 1 og 2.

Nú starvast Ranvá hálva tíð hjá KFS og er við í Sendiboð 3. Ranvá gongur í Betesda.

 

Marin G. Petersen

Síðani 2021 hevur Marin arbeitt í KFS skerda tíð.
Marin er útbúgvin lærari og arbeiðir eisini í Stranda skúla.

Marin er gift við Ragnardi, og tey búgva á Strondum. Saman eiga tey Pætur og Aron, ið eru ávíkavist 7 og 4 ára gamlir.

Tórur Jacobsen

Tórur er 22 ár og býr í Keypmannahavn. Hann gekk á Miðnámi á Kambsdali frá 2016-2019, har hann var partur av KFS-nevndini á skúlanum. 
Eftir summarfrítiðina í 2019 valdi hann at gerast hjálparstarvsfólk í KFS fulla tíð.
Tórur gongur í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn.

Aftaná trý ár sum fulltíðarstarvsfólk í KFS er Tórur nú í Danmark, har hann lesur gudfrøði á DBI.
Tórur arbeiðir tó enn í KFS. Hann arbeiðir 8 tímar um vikuna í KFS hetta skúlaárið.

Tórur hevur gingið á Sendiboð 1,2 og 3.