Søgan hjá KFS
KFS er ein stytting fyri 'Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm og lesandi'.
KFS-arbeiðið bleiv stovnað í 1973.
Tankarnir um KFS byrjaðu í 1972, tá ein danskur prestur, Carl P. Behrens var í Føroyum og greiddi frá danska KFS. Ein ungur maður í 2. g í Hoydølum Jákup Reinert Hansen setti seg tí í samband við danska KFS fyri at kanna, um tað var møguligt at fáa ein danskan KFS-skrivara til Føroya at hjálpa við hesum. Av royndum visti Jákup, hvussu tungt tað var at vera einsamallur um at skula verja sína kristnu trúgv í einum flokki, og onnur upplivdu tað sama. Tørvurin á KFS var til staðar.
Í 1973 kom so tann fyrsti KFS-skrivarin Lars Brixen til Føroya fyri at kanna, um tað var gjørligt at seta eitt KFS-arbeiði á stovn. Tað var tað, og seinni sama ár kom tann næsti KFS-skrivarin Carsten Engell- Kofoed, sum fekk ógvuliga nógv av skafti. M.a. skipaði hann KFS-arbeiðið sum ein bíbliubólk, ið savnaðist privat aðru hvørja viku.
KFS-arbeiðið vaks og byrjaði á øðrum skúlum. Í 1974 vóru bíbliutímar á Læraraskúlanum, og har byrjaðu tey eisini eina bókasølu. Í 1975 luttóku 10 føroyingar á eini norðurlendskari legu í Reykjavík við 1400 luttakarum!
Sigur man “KFS”, so hugsa fólk ofta “andakt”. Men andaktirnar byrjaðu ikki, fyrr enn KFS hevði virkað í Føroyum í 5 ár. Tað var Heðin Jacobsen, sum í dag er lækni í Svøríki, ið tók stig til tær fyrstu andaktirnar í KFS, og hetta hendi í Hoydølum.
Í 1982 byrjaði KFS á studentaskúlanum í Gøtu. Tað vóru systrarnar Hildigunn og Inga Hansen av Toftum, ið tóku stig til tað. Líka sum í Hoydølum bleiv ein KFS-starvsnevnd skipað á skúlanum, og hesar báðar starvsnevndirnar høvdu gott samband við donsku skrivararnar og skipaðu fyri KFS-legum.
Nógvar KFS-legur vóru miðskeiðis í 80’unum, kallaðar “yngrilegur” og “eldrilegur”. Legurnar vóru um alt landið, og luttakaratalið í 70’unum og 80’unum svingaði frá 14-35 á “eldrilegunum” til 38-100 á “yngrilegunum”.
Í 1986 skipaðu starvsnevndirnar í Hoydølum og Gøtu eina landsnevnd, har Bergur D. Joensen gjørdist fyrsti formaðurin. Landsnevndin átók sær skrivarauppgávur og byrjaði at arbeiða fyri, at KFS í Føroyum skuldi gerast meira sjálvsstøðugt. Í hesum tíðarskeiðnum byrjaði eisini hugskotið um at seta føroyskan KFS-skrivara í starv. Hetta gjørdist veruleiki í 1988, tá Bergur sum 22 ára gamal varð settur sum ferðaskrivari fulla tíð í tveir mánaðir. Har fekk hann nógv av skafti.
Síðani gingu nøkur, men í 1994 gekk dreymurin hjá landsnevndini gekk út og ein skrivari bleiv settur í starv 8 tímar um vikuna. Skrivarin var aftur Bergur D. Joensen, sum júst var liðugur við gudfrøðilestur niðri í Keypmannahavn. Bergur gavst sum skrivari í 1996.
Í seinnu helvt av 90’unum var tað linligt við KFS-legunum, og í staðin skipaði man fyri einum KFS-degi. Havstein Klein var í hálvttíðarstarvi sum KFS-skrivari í eitt ár. Um ártúsundskiftið og frameftir var tað serliga Ólavur Ø. Hansen av Nesi, sum tók skrivarauppgávurnar á seg, men tað var trupult hjá honum, tí hann mátti gera hetta í frítíðini.
Í 2004 fekk KFS endiliga ein skrivara aftur í hálvtíðarstarv. Nú var tað Ragnhard Petersen úr Fuglafirði, sum tók við uppgávuni. Ragnhard var í starvi í trý ár. Serliga var tað KFS-arbeiðið á Studentaskúlanum á Kambsdali, sum gekk væl hesi árini. Tað kundu vera langt oman fyri 50 fólk til andakt – viðhvørt 70-80.
Í 2007 kom Heini Kristiansen av Skála í hálvtíðarstarv í eitt ár, og hann gjørdi eitt gott gevaraátak, sum skaffaði KFS nógvar gevarar. Eftir hetta vóru Jonhard Olsen og Ingmar Mikkelsen í starvi sum KFS-skrivarar í ávikavist 1½ og 1 ár. Í 2011 kom Ragnhard Petersen aftur í hálvtíðarstarv, eftir at hann var liðugur við bachelor í gudfrøði í Århus. Ragnhard helt fram við at lesa gudfrøði hálva tíð - nú í Bristol í Onglandi.
Á sumri í 2014 setti KFS fyri fyrstu ferð ein skrivara í fulltíðarstarv yvir longri tíð, og tað var Ragnhard Petersen, sum nú var liðugur at lesa MA í gudfrøði, ið bleiv settur í starv. Og 2014 bleiv eitt serligt ár fyri KFS, tí um heystið kom ein av kendastu kristnu professarum í heiminum John Lennox á vitjan. Hann helt fleiri sera áhugaverdar fyrilestrar hesar dagarnar, og áhugin millum føroyingar var stórur. Onkur vil vera við, at ongantíð hevur ein fyrilestrahaldari megna at savnað so nógv fólk.