Samrøðan byrjar 15:25.
Hvar er Gud í einum heimi við koronavirus?
John Lennox
Í hesi samrøðu við John Lennox, professara á Oxford University í Onglandi, viðger hann bókina við sama heiti, ið varð givin út fyrr í ár.
Ogna tær bókina her.
Um bókina
Vit liva í einum heilt serstøkum tíðarskeiði, ið fer at hava stóra ávirkan á okkara framtíð. Uttan mun til hvørja heimsáskoðan ella trúgv vit hava, so er nógv av tí, sum vit mettu at vera púra vist og trygt, ikki soleiðis longur.
Um tú ert kristin ella ei, so er koronavirusfarsóttin ørkymlandi og ger okkum ótrygg. Hvussu kunnu vit hugsa gjølla um hetta, so at vit fara at klára okkum ígjøgnum kreppuna?
Í hesi stuttu og tó djúpu bók viðger ein professari á universitetinum í Oxford koronavirusið í ljósinum av ymiskum trúarskipanum. Hann vísir á, hvussu kristna heimsáskoðanin ikki bert hjálpir okkum at skilja støðuna, men eisini bjóðar okkum eina veruliga vón at halda fast í.