Online tiltøk

Orsakað av koronasmittuni, sum rakti Føroyar fyri fyrstu ferð í mars 2020, vóru vit í KFS noydd at hugsa annaðleiðis. Møguleiki var ikki longur fyri at savnast í stórum bólkum, so vit skipaðu fyri seks online tiltøkum við kendum útlendskum fólkum, ið løgdu fram um sítt øki av servitan.

Her eru tiltøkini frá 2020:

John Lennox: Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?

Peter J. Williams: Eru evangeliini álítandi?

J. Warner Wallace: Kunnu vit vita, um uppreisnin hendi?

Rebecca McLaughlin: Niðurger kristna trúgvin kvinnur?

Glynn Harrison: Er tað sálarliga ósunt at trúgva á Gud?

Tom Holland: Broytti kristna trúgvin heimin til tað betra?