Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?

2020 hevur verið sera nógv merkt at korona. Í apríl gav John Lennox eina bók út um smittuna, og um hvar Gud er í øllum hesum. KFS hevur týtt hesa bókina, og hon varð givin út á føroyskum 2. juni.

Prísir

Bókin kostar 95 kr. Við keyp av 4 ella meira, kosta tær 75 kr. hvør.
Bílegg bókina á nethandlinum her.

Um bókina

Vit liva í einum heilt serstøkum tíðarskeiði, ið fer at hava stóra ávirkan á okkara framtíð. Uttan mun til hvørja heimsáskoðan ella trúgv vit hava, so er nógv av tí, sum vit mettu at vera púra vist og trygt, ikki soleiðis longur.
Um tú ert kristin ella ei, so er koronavirusfarsóttin ørkymlandi og ger okkum ótrygg. Hvussu kunnu vit hugsa gjølla um hetta, so at vit fara at klára okkum ígjøgnum kreppuna?

Í hesi stuttu og tó djúpu bók viðger ein professari á universitetinum í Oxford koronavirusið í ljósinum av ymiskum trúarskipanum. Hann vísir á, hvussu kristna heimsáskoðanin ikki bert hjálpir okkum at skilja støðuna, men eisini bjóðar okkum eina veruliga vón at halda fast í.

Viðmæli

"Lennox hevur gjørt tað aftur! Ein genial bók, sum eg las í einum. Hon er skjót og løtt at lesa.
Áhugaverd og uppmuntrandi. 
Um tú ivast í, hvussu ein góður Guð og hetta ónda koronavirusið hanga saman, so er hetta bókin til tín. Hon torir at seta spurningar, hon torir at provokera, men hon heldur seg (tíbetur) aftur við at geva lættisoppað svar.
Hetta er ein bók, sum tú MÁST lesa."

Ann Hermansdóttir, prestur

 

"Nýggja bókin hjá Lennox er háaktuell. Hon lýsir væl koronasmittuna og líðing frá einum kristnum sjónarhorni. Lennox avdúkar greitt vónloysið í gudleysu heimsáskoðanini, men hann vísir sannførandi á, at tað er trúgvin á Jesus, sum gevur vón í truplum og avbjóðandi umstøðum. Lennox skrivar sannførandi við einum løttum penni. Bókin er eitt sera gott íkast til umrøðu av viðkomandi spurningum um koronasmittuna og trúgv." 

Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur