Missión, visión og skipan
KFS-bólkar eru toymi, sum virka á Setrinum og á miðnámsskúlum. Lesandi og miðnámsnæmingar leiða KFS-bólkarnar, KFS-samskiparin gevur teimum tilfar og íblástur, og staðbundnar kirkjur og samkomur stuðla. Saman røkka vit miðnámsnæmingum og lesandi við gleðiboðskapinum um Jesus Kristus.
KFS er ikki ein kirkja, men ein felagskirkjuligur felagsskapur. Haraftrat er KFS ein politiskt óheftur felagsskapur, ið gongur inn fyri fólkaræði og trúarfrælsi.
Okkara missión
At gera menniskju í miðnáms- og lestrarheiminum til sannførdar lærusveinar hjá Jesusi Kristi.
Okkara visión
At síggja miðnámsnæmingar og lesandi:
- luttaka í lærusveinabólkum
- umbroytast av gleðiboðskapinum um Jesus Kristus
- vera við at mynda skúlar, samkomur og samfelag til Jesu Krists æru
Okkara skipan
KFS-bólkar: hesir bólkar eru smærri felagsskapir úti á skúlunum, ið upp til fleiri ferðir um vikuna koma saman at tosa um Gud, lesa í Bíbliuni og biðja.
Leiðarar: miðnámsnæmingar og lesandi hava teir bestu møguleikarnar at náa onnur undir somu útbúgving við gleðiboðskapinum um Jesus Kristus.
Saman fyri evangeliið: í KFS-bólkum savna vit kristin frá øllum bakgrundum og sameina tey um kjarnusannleikarnar í gleðiboðskapinum um Jesus Kristus.
Felags leiðslan hjá KFS-bólkunum er landsnevndin, sum hevur evstu ábyrgd av KFS-arbeiðnum í Føroyum. Fyri at styrkja um KFS-arbeiðið hevur KFS ein skrivara í starvi, sum hevur dagligu leiðsluna um hendi.