Samrøðan byrjar 09:10
Eru evangeliini álítandi?
Peter J. Williams
Um tiltakið
Frásagnirnar um kjarnan í kristnu trúnni - Jesu deyða og uppreisn - kunnu vit lesa um í teimum fýra evangeliunum í Nýggja Testamenti. Kritikkarar halda tó ikki, at hesir tekstir eru álítandi frásagnir um tað, sum veruliga hendi. Teir halda ikki, at eygnavitni hava skrivað frásagnirnar, og so halda teir, at frásagnirnar eru skrivaðar kanska eini 60 ár eftir hendingarnar. Tað sær tí út til at vera gott grundarlag fyri at sáa iva um trúvirðið í evangeliunum.
Kortini finnast framstandandi granskarar, sum halda, at evangeliini eru álítandi frásagnir um tað, sum veruliga hendi niðri í Ísrael fyri 2.000 árum síðan. Ein av teimum er Peter J. Williams, sum hevur granskað nógv í hesum spurninginum, og sum í 2018 gav út bókina “Can We Trust the Gospels?”.
Mánakvøldið 08. Juni greiddi Peter J. Williams nærri frá sínum sjónarmiðum. Aftaná svaraði hann spurningum frá hyggjarunum.
Um Peter J. Williams MA, MPhil, PhD:
Peter J. Williams hevur lisið á universitetinum í Cambridge í Onglandi, har hann eisini hevur lisið PhD. Hann hevur undirvíst bæði á Cambridge og á universitetinum í Aberdeen. Síðan 2007 hevur hann verið rektari á Tyndale House í Cambridge og er eisini atknýttur lektari á universitetinum í Cambridge. Hann er formaður í International Greek New Testament Project og hevur granskað nógv í Nýggja Testamenti og spurninginum, um frásagnirnar í evangeliunum yvirhøvur eru álítandi. Í 2018 skrivaði hann bókina “Can We Trust the Gospels?”.