Er átrúnaður skaðiligur?
Ein fatan av, at átrúnaður er skaðiligur, spreiðir seg. Í 2004 hildu 29% av íbúgvunum í Bretlandi, at heimurin hevði verið betur fyri, um ongin trúði á Gud. Í 2007 hildu 42% av íbúgvunum í Bretlandi, at átrúnaður var skaðiligur, meðan bert 17% hildu, at átrúnaður kundi hava gagnliga ávirkan. Altso ein skjótt vaksandi skepsis. Men er tað rætt, at átrúnaður skaðar ella oyðileggur fólk?
John Lennox er ikki samdur. Hóskvøldið 30. oktober 2014 var John Lennox á Hotel Føroyum, har hann viðgjørdi henda trupla spurning í sínum fyrilestri. Hølini vóru stúgvandi full. Umleið 500 áhoyrarar fingu sitipláss, meðan nøkur máttu standa uppi. Hóast øll neyvan vóru samd í niðurstøðunum hjá John Lennox, so mundu tey flestu eftir fyrilesturin vera samd um, at John Lennox er ein serstakliga dugnaligur fyrilestrahaldari.
Sí fyrilesturin niðanfyri.