Mathetes
Mathetes byrjaði sum INTRO-dagurin, ið fyrstu ferð varð hildin 1. september í 2012 og hevur verið afturvendandi í byrjanini av skúlaárinum. Í 2015 broyttist INTRO-dagurin til Mathetes, sum á grikskum merkir "lærusveinur, næmingur og lærlingur". Endamálið við Mathetes er at lata miðnámsnæmingar og lesandi betur í til at vera kristin í lestrarheiminum.
Á Mathetes bjóðar KFS eitt vikuskifti við kveikjandi undirvísing frá nøkrum av bestu talarum og undirvísarum úr kirkjum og samkomum í Føroyum. Evnini, ið verða viðgjørd, eru serliga viðkomandi fyri okkara miðnámsnæmingar og lesandi. Morgun og seinnapart eru vanliga bíbliuundirvísing og áhugatímar á skránni, meðan møti og hugni eru um kvøldarnar. Á hvørjum ári hava luttakararnir verið sera væl nøgdir.
Sí myndir frá Mathetes og øðrum tiltøkum í myndasavninum.