26. mars 2018 gav KFS sína fyrstu bók út. Bókin, sum varð givin út í góðum samstarvi við Sprotan, eitur Gud fyri skotum - hví nýateistarnir ikki raka málið. John Lennox, sum vitjaði í Føroyum í 2014, hevur skrivað bókina, og Ragnhard Petersen, KFS-skrivari, hevur staðið fyri at týtt bókina til føroyskt við góðari hjálp frá øðrum.
Prísir
Vanligur prísur er 248 kr., men lesandi fáa hana fyri 175 kr., um tey senda eini boð til Gud fyri skotum á Facebook. Upplýs navn, flokk og skúla. Trýst her.
Far beinleiðis til nethandilin við at trýsta her.
Um bókina
Ateisma breiðir seg í vesturheiminum, og fíggindi hennara er Gud. „Nýateistarnir” tvíhalda um, at átrúnaður „er vandamikil”, at hann „drepur” ella „eitrar alt”. Og um trupulleikin í heiminum er átrúnaður, so skjóta teir eina einfalda loysn upp: burtur við átrúnaði.
Men er tað veruliga so einfalt? John Lennox leggur eitt nú eftir Richard Dawkins, Stephen Hawking, Christopher Hitchens og Daniel Dennett við at varpa ljós á skeivu framferð teirra og vísir á, at teirra óskynsama og óvísindaliga háttalag ger teir sekar í somu stívrendu fávitsku, sum teir ákæra trongskygd trúgvandi fyri.
Við at fevna víða og grava djúpt gevur Gud fyri skotum nýateistunum mong lemjandi sløg. Í bókini verða eisini nýggjar hugsanir um Gud og kristnu trúnna førdar fram, ið geva bæði bestu vinum og argastu fíggindum hjá nýateistunum okkurt at grunda á.