Er Gud ein villleiðing?
Ateistisk vísindafólk og heimspekingar tvíhalda um, at trúgv á Gud er tað sama sum at lata eyguni aftur fyri veruleikanum. Børn verða indoktrinerað við tí, sum foreldrini trúgva á, og mong hava tí ongantíð fingið latið eyguni upp fyri veruleikanum. Sambært mongum ateistum eru fólk, sum trúgva á Gud, tí villleidd til at liva eitt lív í blindari trúgv á nakað, sum als ikki finst. Er hetta satt? Ella finnast bæði vísindaligar og heimspekiligar ábendingar um, at Gud er ein veruleiki og ikki nøkur villleiðing?
Fríggjakvøldið 31. oktober 2014 helt John Lennox fyrilestur í Kelduni um hetta evnið. Einir 700 áhoyrarar høvdu leitað sær í Kelduna hetta kvøldið, hóast Gekkurin var metstórur (1,7 mió. kr.). So meðan túsundtals føroyingar spældu Gekk, valdu hundraðtals føroyingar heldur at hoyra John Lennox siga sína hugsan um nakrar av lívsins stóru spurningum.
Sí fyrilesturin niðanfyri.