John Lennox vitjar Føroyar

29. okt. - 2. nov. 2014

Í 2014 eydnaðist tað KFS at fáa víðagitna vísindamannin og professaran á Oxford, John Lennox (MA PhD DPhil DSc), til Føroya. Á vitjanini hevði John Lennox fleiri almennar fyrilestrar:

  • Hava vísindi jarðað Gud? á Setrinum 30. okt.
  • Er átrúnaður skaðiligur? á Hotel Føroyum 30. okt.
  • Er Gud ein villleiðing? í Kelduni 31. okt.
  • Gud í almenna rúminum? í Betesda 1. nov. 

Almennu fyrilestrarnir eydnaðust sera væl, og undirtøkan var ógvuliga góð. Tilsamans vóru einir 2200 áhoyrarar til fyrilestrarnar. Onkur vil vera við, at ongin fyrilestrahaldari nakrantíð hevur savnað so nógvar føroyingar!

John Lennox vitjaði eisini á Studentaskúlanum í Hoydølum 31. okt., har einir 250 næmingar og lærarar settu honum alskyns spurningar. Harafturat talaði John Lennox í Ebenezer 2. nov. Samanlagt hevði John Lennox einar 3000 áhoyrarar gjøgnum alla vitjanina.

Aftrat hesum gjørdi KVF eina longri sjónvarpssamrøðu vid John Lennox. Samrøðan bleiv víst í KVF sunnukvøldið 25. januar og kann síggjast her

Fyrilestrarnir vid John Lennox kunnu síggjast her.

Sí myndir frá vitjanini her.

John Lennox hevur eina heimasíðu www.johnlennox.org, sum hevur eina ørgrynnu av áhugaverdum tilfari. Heimasíðan er verd at vitja og kann finnast her.