Dagligi leiðarin
Ragnhard Petersen
Síðani 1. september 2011 hevur Ragnhard Petersen verið í starvi sum dagligur leiðari í KFS. Fyrstu trý árini var starvið hálva tíð, men 1. juli 2014 gjørdist tað til fulltíðarstarv. Dagligi leiðarin hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni av KFS-arbeiðnum kring landið.
Ragnhard er útbúgvin BA in Theology frá University of Wales (2011) og MA in Christian Theology frá Bristol University í Onglandi (2014). Áðrenn hann fór undir gudfrøðilestur, arbeiddi Ragnhard sum dagligur leiðari hálva tíð 2004-2007. Tá Ragnhard fór til Onglands at lesa víðari í 2011, kom hann aftur í starvið hálva tíð inntil 2014, tá hann fór at arbeiða fulla tíð.
Ragnhard er 40 ár, giftur við Marin, og tey búgva á Strondum. Saman eiga tey Pætur og Aron, ið eru ávikavist 7 og 4 ára gamlir.