KFS og altjóða samstarv
Føroyska KFS-arbeiðið hevur fleiri altjóða samstarvsfelagar. Samstarvið við danska KFS hevur eina langa søgu, meðan samstarvið við onnur lond er nýggjari.
IFES
IFES er ein stytting fyri International Fellowship of Evangelical Students. IFES er ein felagsskapur av 157 "KFS-rørslum", sum í flestu førum virka á universitetum, har KFS'ararnir greiða øðrum frá um Jesus. Talið á miðnámsnæmingum og lesandi, sum eru virkin í IFES kring heimin, telur um hálva millión.
Føroyska KFS gjørdist limur í IFES í 2019, og hava eisini fyrr havt gott samstarv við felagsskapin. T.d. vitjaði Cassells Morrell, ið starvast hjá IFES, í sambandi við 40 ára hátíðarhaldið hjá KFS í november 2013, og á heysti í 2018 vitjar fyrrverandi aðalskrivarin hjá IFES, Lindsay Brown, í Føroyum.
Harafturat luttekur KFS-skrivarin á árliga fundinum millum aðalskrivarar í vesturevropeisku "KFS-rørslunum", sum plagar at vera í Týsklandi í mai mánaða, og hann er eisini við í einum minni bólki fyri nýggjar KFS-skrivarar í Evropa, sum møtast eina ferð um árið.
Sí eitt stutt brot um longu søguna hjá IFES niðanfyri: