Hugsa
Hugsa er eitt tiltak, sum KFS seinasta skúlaár skipaði fyri á Miðnámi á Kambsdal, á Glasi og á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Hugsa snýr seg um teir sonevndu kritisku spurningarnar móti kristnu trúnni. Tað verður skipað sum ein samanhangandi røð undir einum høvuðsspurningi. Ein Hugsa-røð fevnir um tríggjar vikur, har ein fyrilestur er hvørja viku um ein spurning, ið er knýttur høvuðsevninum. Vanliga er fyrilesturin í middagssteðginum, tá tað er best tíð til tað.
Í fyrilestrunum verða ymiskir kritiskir spurningar viðgjørdir. Evnið á fyrstu røðini var “Er Bíblian álítandi?” Hendan røðin var í oktober-november 2019 á Kambsdali.
Aðrar røðir hava havt heitini, “Er kristna trúgvin skaðilig?”, "Mótprógva vísindi Gud?", "Er Gud óndur?", "Gud og moralur" og "Jesu lív, deyði og uppreisn".
Hugsa hevur verið eitt sera væleydnað tiltak. Undirtøkan hevur verið góð, og tá tað hava verið flest áhoyrarar, hava tað verið eini 70 fólk til ein fyrilestur. Haraftrat siga fleiri áhoyrarar, at teir hava fingið sera nógv burturúr.