Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
  • Sendiboð á Zoom | Mynd: Ragnhard Petersen
22.05. 2020

Sendiboð á Zoom

Lærusveinaskúlin Sendiboð, sum nú hevur koyrt í nøkur ár, varð noyddur at gera broytingar, um tilmælini um frástøðu skuldu haldast. Sendiboð, sum vanliga er í Nesvík, varð tí hildið yvir Zoom, ið er ein app, har fleiri fólk kunnu møtast og tosa saman yvir internetið.

Síðan 27. apríl hevur Sendiboð verið á Zoom. Tað hevur bara riggað heilt væl, og umleið 30 ung hava savnast til undirvísing og bólkaprát. Vanliga eru 1. og 2. flokkur hvør sær, men hesar ferðirnar hevur undirvísingin verið felags.

Í síðstu viku vórðu tilmælini um frástøðu sum kunnugt broytt úr tveimum metrum niður í ein metur, og tí bar endiliga aftur til at hava Sendiboð í Nesvík mánadagin 18. mai. Sjálvt um Zoom, vóru luttakararnir kortini glaðir fyri at aftur kunna vera í Nesvík mánakvøld.