Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
23.03. 2021
Kakudagur á Glasi
Herfyri varð stóri árligi kakudagurin hildin á Glasi. Hetta hugnaliga tiltak gongur mong ár aftur í tíðina. Vanliga hevur dagurin verið hildin í byrjanini á skúlaárinum, men í ár, vegna korona, varð hann hildin seinasta týsdag, 16. mars.
Tað er KFS-bólkurin á Glasi, ið skipar fyri degnum við at skaffa køkur og servera fyri teimum, ið koma framvið. Hetta er ein máti at vera sjónligur og at vísa kærleika til tey, ið ganga á skúlanum, so tey møguliga gerast opin fyri at hoyra meira um kristnu trúnna.
Kakudagurin eydnaðist sera væl, og nógv fólk vóru framvið og fingu sær kaku.
Fleiri myndir frá degnum eru her.