Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Seinastu vikurnar hevur ein Hugsa-røð verið á trimum miðnámsskúlum: Tekniska skúla í Klaksvík, Miðnámi á Kambsdali og Glasi. Heitið á røðini var "Mótprógva vísindi Gudi?", og undirevnini vóru "Passa Gud og vísindi saman?", "Passa Big Bang og skapan saman?" og "Er tað skilaleyst at trúgva á undur?".
Røðin var sera góð
Vit hava spurt Vár Tollaksdóttir, ið gongur á Miðnámi á Kambsdali, um, hvat hon helt um hesa Hugsa-røðina, og hon var væl nøgd. "Eg helt, at henda røðin var sera góð. Gud og vísindi er eitt evni, ið flestu kjak umrøða, og tað er ikki altíð, at man fær nakað ítøkiligt svar. Tó helt eg, at røðin gav góð svar uppá spurningar, sum eg siti inni við, og hetta fær meg síðan at forvitnast og søkja meir eftir Gudi og hansara skapanarverki."
Tað er ikki skilaleyst at trúgva á undur
Undur er eitt evni, ið fólk ofta eru ósamd um. Ikki-kristin hava mangan trupult við at taka undur í álvara, sjálvt um tað hendir ymiskt, sum tey ikki hava eina frágreiðing uppá. Kanska Gud er svarið? Vár heldur í øllum førum, at tað var gott at hoyra um henda spurningin: "Í Bíbliuni lesa vit um mong undur, sum Jesus gjørdi. Tann dag í dag síggja og hoyra vit um ónatúrligar hendingar, sum kunnu tykjast ringar at trúgva. Tí helt eg, at evnið “Er tað skilaleyst at trúgva á undur?” var sera gott, og eg fekk nógv burturúr," sigur Vár.
Eru Gud og vísindi ikki mótsetningar?
Eitt annað er, at Gud og vísindi ofta verða sett upp sum mótsetningar. Niðurstøðan hjá mongum ikki-kristnum er, at trýrt tú á Gud, so kanst tú ikki taka vísindi í álvara. Tvørturímóti grundgeva kristin vísindafólk fyri, at Gud og vísindi hoyra saman, og tað er neyðugt at fáa týðiliga fram í okkara tíð. Vár sigur, at "Eg helt, at “Passa Gud og vísindi saman?” var sera gott, har rúm var fyri at seta stórar spurningar, og tað fekk ein til at hugsa um, hvussu man sær heimin."
Ein góður møguleiki at bjóða vinfólkum við
Endamálið við Hugsa er at geva bæði kristnum og ikki-kristnum høvi at koma saman um lívsins stóru spurningar, og Vár heldur, at røðin var eitt gott høvi til tað: "Alt í alt var henda Hugsa-røðin ein góður møguleiki at bjóða vinfólkum, ið sita inni við torførum spurningum, við til upplýsandi tiltøk. Hugsa fær meg at hugsa og forvitnast enn meir eftir, hvør Gud er."
Myndin er av Hugsa á Tekniska Skúla í Klaksvík. Les meira um Hugsa her.