Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
Sendiboð á venjingarlegu
Sendiboð 1
Fyri tíðina skipar KFS fyri legum fyri teimum, sum ganga í Sendiboð hetta skúlaárið. Fríggjadagin 20. februar kl. 18 til leygardagin 21. februar kl. 18 var lega fyri tey, sum ganga í Sendiboð 1 í Nesvík. Hendan legan var í Kelduni.
27.-28. februar var lega fyri tey, sum ganga í Sendiboð 1 í Havn. Hendan legan var í Meinigheitshúsinum á Skála.
Á hesum báðum legunum hjá 1'arunum var evnið Lærusveinaskapur, sum eisini er evnið, sum hesir báðir flokkarnir gjøgnumganga í Sendiboð fyri tíðina. Legurnar vóru ikki sum vanligar legur, men heldur sum venjingarlegur, har tey vóru saman í 24 tímar til nógva undirvísing.
Eftirmetingarnar frá legunum vísa, at luttakararnir hava lært nógv og hava hildið legurnar vera góðar. Uppmøtingin til legurnar hevur eisini verið góð.
Sendiboð 2
Ætlanin er at skipa fyri eini 24-tímar legu fyri teimum sum ganga í Sendiboð 2 í vikusskiftinum 19.-20. mars. Hendan legan verður um evnið God's Big Picture, sum er ein bók, sum 2'ararnir ganga ígjøgnum fyri tíðina.
Sendiboð 3
Ætlanin er eisini at skipa fyri eini 24-tímar legu fyri 3'arum einaferð seinni í vár, men har er tó einki avgjørt enn.