Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
09.06. 2020

Síggj fyrilestur og Q&A við Peter J. Williams

Mánakvøldið 8. juni kl. 20 hevði Peter J. Williams ein sera áhugaverdan fyrilestur og Q&A um evnið "Eru evangeliini álítandi?".

Sást tú ikki fyrilesturin og Q&A við Peter J. Williams mánakvøldið? Ella kanska tú kennir onkran, sum ikki hevði møguleika at hyggja? So ber til at síggja tiltakið her. 

Williams er kanska ikki so kendur í Føroyum, men hann var SERA áhugaverdur. Hann er eisini ein málsnillingur, og tí hevði hann gjørt powerpoint-framløguna við føroyskum teksti. Í grundini var tað 18 ára gamla dóttir hansara, sum hevði týtt til føroyskt! So hon man hava arvað málsligu førleikarnar hjá pápanum.

Leinkja til tiltakið við Peter J. Williams er her:

https://www.youtube.com/watch?v=RmJBjOvIjvQ&fbclid=IwAR0YmPRum_q0lCRpSV_O7B6hQYJRUXCjq5dkiKuB_usr2r5oaN4ORGuV50o