Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
15.06. 2020

Online-tiltak við J. Warner Wallace

Í kvøld 15. juni kl. 20 verður ein online fyrilestur við James Warner Wallace stroymaður. Evnið á fyrilestrinum verður "Kunnu vit vita, um uppreisnin hendi?"

Fyrrverandi ateisturin J. Warner Wallace helt, at alt hetta kristna prátið um Jesu uppreisn var nakað fjas. Wallace var sera gløggur og arbeiddi sum cold-case detektivur. Tá hann var 35 ár, fór hann at lesa evangeliini við detektivbrillum. Heilt óvæntað kom hann til ta niðurstøðu, at Jesus mátti vera risin upp! Wallace fylgdi próvtilfarinum hagar, ið tað leiddi hann - tí tók hann við kristnari trúgv.

Hetta er tað, sum Wallace kemur at snakka um á tiltakinum í kvøld kl. 20.
Møguleiki verður at seta honum spurningar.

Leinkjan til tiltakið er her:

https://youtu.be/kMjhGOedX6Y