Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
Nú er HUGSA byrjað aftur
Síðsta heyst byrjaðu vit upp á HUGSA, sum er eitt tiltak fyri bæði kristin og ikki-kristin. HUGSA leggur upp til at koma saman um teir stóru spurningarnar í lívinum. Her eru nógvir kritiskir spurningar mótvegis kristnu trúnni, og teir viðgera vit í HUGSA. Les meira um HUGSA her: https://kfs.fo/117
Í vár var ein skrá løgd fyri eina HUGSA-røð, men røðin var tíverri avlýst vegna korona. Ætlaða røðin hevði heitið "Er kristna trúgvin skaðilig?". Av tí at hon ikki bleiv til nakað, er hon komin á skránna nú í heyst í staðin, og hesa ferð verður røðin fyriskipað á Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnámi á Kambsdali og á Glasi. Evnini eru hesi:
- Eggjar Bíblian ikki til trælahald?
- Eru kristin ikki orsøkin til flestu kríggini í søguni?
- Lata kristin ikki eyguni aftur fyri veruleikanum?
Í dag byrjaði hendan røðin so enn eina ferð, og fyrsta tiltakið varð á Tekniska skúla í Klaksvík. Ragnhard Petersen, dagligur leiðari í KFS, hevði eina framløgu, har hann svaraði upp á spurningin "Eggjar Bíblian ikki til trælahald?"
Einir 20 næmingar frá ymsu breytunum á skúlanum møttu, og KFS-nevndin á skúlanum bjóðaði kaffi og kaku.
Í morgin kemur Ragnhard at hava HUGSA á Miðnámi á Kambsdali kl. 11.25-11.55, og fríggjadagin fer hann at hava saman evni á Glasi kl. 11.35-12.10.
Í komandi viku verður evnið "Eru kristin ikki orsøkin til flestu kríggini í søguni?".