Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
Online-tiltøk aftur á skránni
Tað byrjaði við bókaútgávuni hjá John Lennox 2. juni og helt fram við Peter J. Williams og J. Warner Wallace, sum høvdu sera áhugaverdar online-fyrilestrar og svaraðu spurningum frá hyggjarunum aftaná.
Týskvøldið í næstu viku fara vit aftur online. Tá byrjar ein røð undir yvirskriftini "Er kristna trúgvin skaðilig?", sum eisini hevur verið evnið á Hugsa-røðini á fleiri miðnámsskúlum síðstu vikurnar. Online-tiltøkini eru framhald av hesi røð, og vit byrja týskvøldið kl. 20. Tá verður ein samrøða við Rebecca McLaughlin um spurningin "Niðurger kristna trúgvin kvinnur?" McLaughlin hevur lisið PhD og hevur skrivað bókina Confronting Christianity: 12 Hard Questions for the World's Largest Religion.
1. desember verður evnið "Er tað ósunt sálarliga at trúgva á Gud?" Gestur tá verður Glynn Harrison, sum er professari emeritus í psykiatri. Hann hevur m.a. skrivað bókina Ego Trip: Rediscovering Grace in a Culture of Self-Esteem.
Síðsta tiltakið verður 8. desember, og tá verður ein samrøða við Tom Holland (ikki Spiderman!). Holland er millum heimsins kendastu søgufrøðingar og hevur skrivað m.a. bókina Dominion: The Making of the Western Mind. Holland er ikki kristin, og hann fer at tosa um spurningin "Broytti kristna trúgvin heimin til tað betra?"
Sum vanligt kunnu hyggjararnir senda spurningar inn undir tiltøkunum.
Tað er ikki á hvørjum degi, at vit kunnu hoyra so lærd fólk greiða okkum frá so týðandi spurningum, so tað er at seta X í kalendaran beinanvegin! Og at fylgja við kunningini á KFS Føroyar á Facebook.