Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
13.11. 2020
HUGSA liðugt á hesum sinni
Hesa vikuna var tann seinasti parturin av HUGSA-røðini "Er kristna trúgvin skaðilig?" á skránni.
Hesin triði parturin var um blinda trúgv, har evnið var "Lata kristin eyguni aftur fyri veruleikanum?"
Á Tekniska skúla í Klaksvík hevði Kristian Hansen framløguna týsdagin.
Mikudagin hevði Øssur Kjølbro framløguna á Miðnámi á Kambsdali.
Í dag hevði Heðin Lamhauge framløguna á Glasi.
Hendan HUGSA-vikan hevur gingið væl, og tískil var hon ein góður endi upp á hesa væleydnaðu HUGSA-røðina.
Í januar er ætlanin at byrja upp á eina nýggja HUGSA-røð, og vit bíða í spenningi eftir at vita, hvat hon fer at snúgva seg um.