Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
HUGSA er eitt genialt tiltak!
Soleiðis sigur Anna Sofía Gregersen, studentur á Miðnámi á Kambsdali, eftir HUGSA-røðina, ið hevur verið á trimum miðnámsskúlum síðstu vikurnar. Anna Sofía, sum nú gongur í Sendiboð 2, er ein av teimum mongu, sum eru partur av KFS-bólkinum á Kambsdali.
- Eg gleði meg altíð til KFS, og eg eri rættiliga ofta til andakt; eg royni altíð at vera har, og eg haldi, at tað er eitt lekkurt fríkorter. Og so er tað Hugsa. Tað er eitt genialt tiltak, tað er so spennandi, sigur hon.
- Eg var til øll trý tiltøkini hesaferð, og mær dámdi sera væl, at tey vóru hvørja viku. Tá HUGSA var síðsta skúlaár, vóru tvær vikur ímillum hvørja ferð. Eg gleddi meg altíð og hugsaði tí, “Skal eg bíða í tvær vikur? Tað er so leingi.”
HUGSA skal upplýsa og svara
Endamálið við HUGSA er at upplýsa tey ungu um kristnu trúnna og geva teimum svar upp á spurningar, sum tey ganga við. - Eg havi fingið sera nógv burtur úr HUGSA, serliga tá ið eg veit eitt sindur um evnið, sum tosað verður um. T.d. hevði Erland Tvørfoss um evnið “Eru kristin ikki orsøkin til flestu kríggini í søguni?” Tá nevndi hann krossferðirnar, sum vit hava havt um í søgu. Spurningurin var sera viðkomandi fyri meg, tí eg júst hevði hoyrt um krossferðirnar. Tað, at Erland nevndi, at tað er munur á at kalla seg kristnan, og at vera kristin, helt eg var ordiliga gott, greiðir Anna Sofía frá.
HUGSA-røðirnar eru skipaðar við einum høvuðsevni, har tað er eitt undirevni hvørja viku í tríggjar vikur. Hesa ferð var høvuðsevnið “Er kristna trúgvin skaðilig?” Anna Sofía heldur, at í mun til søguna hjá kristnu trúnni var høvuðsevnið sera viðkomandi, og undirevnini vóru sera áhugaverd.
- Tá HUGSA-røðirnar byrjaðu, høvdu vit havt um, tá ið evropearar settust niður í Norðuramerika, og um hvussu tey høvdu trælir. Tá hugsar man sjálvandi, “Eiga kristin ikki at vera góð við onnur og fara væl við teimum?” Tá bleiv tað sera áhugavert at fáa svar uppá, hvussu tey kundu hava trælir og fara illa við teimum. Tey tóku vers úr Bíbliuni uttan at lesa heildina og misbrúktu soleiðis versini til egnan fyrimun.
HUGSA er øðrvísi enn ein andakt, og Anna Sofía heldur, at tað ger tað lættari hjá fleiri at møta upp. - Eg helt at tað var so kul, at síggja nýggj fólk koma til HUGSA og at bjóða fólki við, serliga tá vit í flokkinum hava havt um onkur av evnunum, sum vóru á skránni. Hesi sita kanska sjálv við teimum somu spurningunum sum eg, og tí var tað lættari at bjóða teimum við, greiðir Anna Sofía frá.
HUGSA er viðkomandi fyri øll
Spurd, um HUGSA er viðkomandi fyri kristin og ikki-kristin, svarar Anna Sofía: - Avgjørt. Um onkur ikki-kristin hevur fordómar um kristin og kristnu trúnna, so svarar HUGSA møguliga spurningum, sum tey sita við. Tiltakið er eisini viðkomandi fyri kristin, tí tað hjálpir teimum millum annað at duga at svara, um onkur spyr spurningar um kristnu trúnna. Og so kann tað vera, at man sjálvur situr við hesum spurningunum, og tá er gott at fáa svar, sigur Anna Sofía at enda.