Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
Revive verður aftur í 2021
27. desembur 2019 til 1. januar 2020 savnaðust yvir 3.000 - tey flestu lesandi - í Týsklandi til ráðstevnuna, Revive, sum IFES Europe (KFS Evropa) stóð fyri. Millum tey 3.000 vóru 40 føroyingar.
Revive er ein ráðstevna, ið byrjaði sum ein dreymur – ein dreymur um at endurvekja kristnu trúnna á universitetum í Evropa. Vónin var, at ung lesandi frá øllum Evropa skuldu koma saman um júst hetta.
40 føroyingar luttóku
Fríggjadagin 27. desembur 2019, ein kaldan vetrarmorgun, samlaðust 40 spentir føroyingar í Vága Floghavn til reiðar at ferðast til Karlsruhe í Týsklandi. Hetta var fyrstu ferð, at Revive varð fyriskipað, so tey flestu vistu ikki, hvat tey skuldu vænta. Ráðstevnan var í 5 dagar, og støðið var tikið í Ápostlasøguni kap. 1-5: Hvussu bar tað til, at ein bólkur av fólki, sum hevði goymt seg av ótta fyri at blíva forfylgd ella dripin av jødiskum myndugleikum, gjørdist ein kraftmikil rørsla, sum ikki var til at steðga? Hvat gav teimum dirvið at kunngera gleðiboðskapin við slíkum ágrýtni? Revive var við til at styrkja trúnna hjá fleiri túsund lesandi og teirra hug at boða kristna boðskapin, teirra millum teir 40 føroyingarnir.
Næstu ferð
28. desembur 2021 til 2. januar 2022 verður Revive aftur. Kendi professarin og rithøvundurin John Lennox og stovnarin av “24/7 Prayer” Pete Grieg vera nakrir av mongum talarum, sum vera at hoyra. Vónað verður, at Revive kann røkka út til enn fleiri ung og soleiðis vera við til at fáa kristna boðskapin út á skúlar og universitet og harvið endurvekja kristnu trúnna í Evropa.
Finn út av meira um Revive 2021/22 her.