Innsavning til Ukreina
Kakudagur á Glasi
Filmsbrot um KFS
Niðanfyri er eitt filmsbrot, sum í stuttum lýsir virksemi í…
"Hugsa" fær meg at hugsa og forvitnast
Sendiboð á venjingarlegu
Samrøða og Q&A við Tom Holland
Tom Holland verður gestur í kvøld
Heimskendi søgufrøðingurin, Tom Holland, er ein av fremstu søgugranskarum í dag. Holland, sum ikki er kristin, er m.a. ógvuliga hugtikin av, hvaðan vesturlendsku virðini, so sum menniskjavirði, persónligt frælsi, javnrættindi, fólkaræði stava. Komu tey við upplýsingartíðini? Liggja tey íborin í okkum menniskjum? Ella koma tey onkra aðrastaðni frá? Síðsta ár gav Holland út áhugaverdu bókina Dominion: The Making of the Western Mind, har hann viðger ávirkanina, ið kristna trúgvin hevur havt á vesturheimin.
Í kvøld kl. 20 bjóðar KFS til samrøðu og Q&A við Tom Holland um spurningin “Broytti kristna trúgvin heimin til tað betra?” Tí í hansara eygum broytti kristna trúgvin heimin. Hon kollvelti heimin. Men spurningurin er, um tað var til tað betra ella ikki.
Í kvøld fer Holland at greiða okkum føroyingum nærri frá sínum sjónarmiðum um henda spurning. Aftaná svarar hann spurningum frá hyggjarunum.
Tiltakið verður stroymað beinleiðis á Youtube (https://youtu.be/k4eWjYv1gAE) og á Facebook-síðuni KFS Føroyar.
Sí meira um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/819741405268181/